Leita í fréttum mbl.is

"Fyri tveimum árum síðani

hittust umboð fyri norsku Havyard-skipasmiðjuna og umboð fyri íslendska felagið Fafnir. Nú, tvey ár seinni, hava feløgini sáttmálar um tvey veitingarskip.

 

Á Havyard-skipasmiðjuni í Leirvik eru tey í ferð við at byggja tað fyrsta veitingarskipið til íslendska felagið Fafnir Offshore. Nú um dagarnar komu so boð um, at íslendska felagið hevur bílagt eitt skip afturat frá skipasmiðjuni.

-Sáttmálin er eitt beinleiðis úrslit av, at vit longu byggja eitt skip til teirra, og at teir eru nøgdir við tað, sigur kunningarstjórin hjá Havyard Group, Gunnar Larsen, við sysla.no. Talan er um eitt veitingarskip, sum fer at kosta góðar 350 milliónir norskar krónur.

 

Frá fiski til olju

Forstjórin í Fafnir Offshore, Steingrímur Erlingsson, sum eisini tók stig til at stovna felagið, royndi seg fyrst sum reiðari innan fiskivinnuna og hevur millum annað rikið reiðaravirksemi í Kanada. Eftir at hann hevði selt fyritøkuna, hugdi hann seg um eftir øðrum íløgumøguleikum, og valið fall á frálandavinnuna.

Og tá hann so gjørdi av at byggja tað fyrsta frálandaskipið, valdi hann Havyard.

-Hetta er á mangan hátt ein serstøk verkætlan. Tá skipið bleiv bílagt, var tað tað dýrasta skipið, sum nakað íslendskt reiðarí hevði bílagt. Harafturat var hetta tað fyrsta frálandaskipið til eitt íslendskt reiðarí og ikki minst tann fyrsta fráboðanin um, at Ísland hevur tikið tað fyrsta fetið inn í oljuvinnuna, sigur Steingrímur Erlingssson.

 

Úr at gera

Skipið, sum Fafnir Ofshore og Havyard nú hava gjørt sáttmála um, er eitt Havyard 833 WE ICE skip, sum verður bygt sum veitingarskip hjá oljupallum. Eitt serligt við skipinum er, at hetta er fyrstu ferð, at Havyard skal byggja eitt skip við dieselelektroniskari framdrift við battaríi. Málið við tí er at spara brennievni, samstundis sum útlátið av umhvørvisgassi er munandi minni.

Tey hava annars úr at gera á Havyard-skipasmiðjuni. Ikki færri enn 10 skip eru umbiðin, og tað seinasta skal latast eigarunum út ímóti ársenda í 2015.

Fyri nøkrum árum síðani legði Havyard-skipasmiðjan seg eftir at byggja til fiskivinnuna. Tað loysti seg. Skipasmiðjan hevur júst latið ein brunnbát, og ein annar er umbiðin. Ein onnur spennandi verkætlan, sum skipasmiðjan er í gongd við, er eitt stuðulsskip til vindmylluídnaðin, sigur Gunnar Larsen."

Nú eru Færeyingar orðnir langleitir yfir því að Íslendingar séu að ráðast inn á þeirra sérsvið. Þeir fá núna 13 % af vergri þjóðarframleiðslu sinni frá olíuiðnaðinum án þess að hafa fundið dropa sjálfir. Við eigum eitt 550 metra gat í Flatey og höfum ekki tímt að bora lengra. Þrátt fyrir að skv. Bjarna Richter séu mörg skilyrði að finna þarna á Skjálfanda sem geta leitt til olíu eða gass.

Færeyingarnir sviku okkur í makrílnum. Nú skákum við þeim á móti í olíunni.

Til hamingju Steingrímur mað að halda uppi vörnum fyrir Ísland.

 

(P.S. Er ekki gaman að geta lesið færeyskan texta?) 



« Síðasta færsla | Næsta færsla »

Bæta við athugasemd

Ekki er lengur hægt að skrifa athugasemdir við færsluna, þar sem tímamörk á athugasemdir eru liðin.

Höfundur

Halldór Jónsson
Halldór Jónsson

verkfræðingur, flugdellukall, tennis-og badmintonspilari

-ekki góður í neinu af þessu-

Heimsóknir

Flettingar

  • Í dag (22.11.): 0
  • Sl. sólarhring: 4
  • Sl. viku: 37
  • Frá upphafi: 0

Annað

  • Innlit í dag: 0
  • Innlit sl. viku: 31
  • Gestir í dag: 0
  • IP-tölur í dag: 0

Uppfært á 3 mín. fresti.
Skýringar

Eldri færslur

Innskráning

Ath. Vinsamlegast kveikið á Javascript til að hefja innskráningu.

Hafðu samband